+298 34 35 00

effo@effo.fo

Hitatænastan

Vit leggja alla orku í

Tekna teg til orkukvøld
Lat okkum fylla tín tanga

Grøn orkuloysn

Kundi tú hugsað tær jarðhita ella hitapumpu? Vit hjálpa tær frá byrjan til enda – og eftir tað

Ofta settir spurningar

Hevur tú spurningar?

Hvussu skifti eg til hitapumpu?

Effo bjóðar trý sløg av grønum orkuloysnum – jarðhita-, luft til vatn- og ventilatiónshitapumpur. Vit bora hol til jarðhita, montera skipanir og søkja um neyðug loyvi fyri teg. Vit taka okkum eisini av at viðlíkahalda hitaskipanina fyri teg, eftir at skipanin er komin upp.

Tú kanst skriva teg upp til eitt óbindandi tilboð frá okkum og lesa meira um grønar hitaskipaninar her

Hvat er hitatænasta?

Hitatænasta frá Effo veitir eftirlit av tíni oljufýring ella hitapumpu. Okkara hitatænastufólk koma regluliga á gátt at reinsa tína hitaskipanin. Vit gera eftirlitsmátingar og stilla skipanina. Um lutir, treingja til at verða skiftir, gera vit eisini tað

Við í Hitatænastu er eisini ókeypis tilkall, skuldi tú havt brúkt fyri tí. Um ólag er á hitaskipanini, so koma hitatænastufólk okkara og fáa gongd á aftur. Hitatænastan svarar allar dagar í árinum frá klokkan 8-22 gerandisdagar og 10-22 í vikuskiftinum og halgidagur.

Les meir um hitatænastuna hjá Effo her.


Hvat er miðal árlig oljunýtsla hjá einum húsarhaldi?

Eitt húsarhald við einum miðal stórum sethúsum brennur umleið 3000 litrar av olju um árið. Hetta er tó bert ein vegleiðandi meting og fleiri viðurskifti kunnu ávirka oljunýtsluna.

Hví hækkar mánaðargjaldið?

Mánaðargjaldið verður roknað eftir einum miðaltali av oljunýtsluni, dagsprísinum á olju og salduni á tíni Effokontu. Er oljuprísurin ella nýtslan broytt, broytist gjaldið tilsvarandi. Gjaldið verður javnað hvørt hálvár og tú fært boð um hetta við telduposti.

Oljunýtslan kann økjast, um t.d. umvælingar verða gjørdar ella um fleiri fólk eru í húsunum. Veðrið hevur sjálvsagt eisini stóra ávirkan og serliga kann nógvur vindur økja um oljunýtsluna.

Nær skal tangin hjá mær skiftast?

Um tangin er í ringum standi, ella er ov gamal sambært kunngerðini um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, skal tangin skiftast. Effo kann ikki meta um tangin er nóg góður, men er hann sjónliga í vánaligum standi, boða vit frá hesum, og kunnu ikki fylla olju á tangan. Les um nær tangin skal skiftast sambært kunngerðini her.

Hvussu beri eg meg at við at skifta tanga?

Vit selja trý sløg av oljutangum. Vit ringja til tín tá ið tangin kemur, og levera tangan á bústaðin hjá tær. Tó gera vit ikki rør- og graviarbeiði, ið ofta skal til, tá ið tangin skal skiftast.

Vel hvønn tanga tú skalt hava og bílegg her.

Hvat er lættasta loysn fyri meg sum oljukundi?

Rinda eitt fast gjald hvønn mánað og lat okkum um at fylla olju á tangan. Bílegg lættastu loysnina fyri teg her.