Effo virðir títt privatlív. Tí hava vit gjørt hendan privatlívspolitikk, so tú kann fáa eitt yvirlit yvir hvussu vit innheinta, brúka, goyma og víðarilata persónupplýsingar, sum vit hava um teg.
Hvørji eru vit?
Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Sp/f Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku. Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni.
Allar størri avgerðir viðvíkjandi dátuvernd og øðrum mannangongdum viðvíkjandi tryggari viðgerð av persónupplýsingum verða tiknar av ovastu leiðslu felagsins í samstarvi við viðkomandi starvsfólk við ábyrgd av dátuvernd í felagnum.
P/f Effo, Óðinshædd 5, FO-100 Tórshavn er dátuábyrgdari og virkar somuleiðis sum felags dátuábyrgdari fyri dótturfelagið P/f Effo Bunkers, Bakkavegur 61, 530-Fuglafjørður. Við ‘Effo’ skal eftir hetta skiljast við bæði P/f Effo og P/f Effo Bunkers. Sp/f Vindrøkt er tó ikki partur av hesum politikki og víst verður tí í hesum føri til leiðsluna har.
Hvussu og nær er politikkurin galdandi?
Hesin politikkur lýsur tær persóndátuviðgerðir, sum verða gjørdar av Effo har Effo virkar sum dátuábyrgdari, sum innheintar persónupplýsingar um kundar, veitarar ella starvsfólk og ásetur endamálið og mátan við og av viðgerðini.
Hesin politikkur inniheldur eisini upplýsingar um hvussu Effo virkar sum dátuviðgeri, tvs. tá Effo viðgerð persónupplýsingar vegna okkara vinnukundar ella samstarvsfelagar eftir teirra leiðbeiningum.
Politikkurin er galdandi fyri allar mannagongdir í Effo. Um so er at ein annar privatlívspolitikkur finst fyri serstaka tænastu ella vøru, so er tann politikkurin galdandi í teimum einstøku førunum.
Tekur tú ikki undir við viðgerðini í hesum politikki kann tað viðføra, at Effo ikki kann veita tær ávísar tænastur.
Hvussu virkar Effo sum dátuábyrgdari?
Effo er dátuábyrgdari tá Effo avgerð endamálið og mátan viðgerðin av persónupplýsingum skal fara fram uppá. Persónupplýsingar eru ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni.
Viðgerðin av persónupplýsingum er neyðug fyri at Effo kann fyrireika seg til ella liva upp til avtalur vit hava gjørt ella bjóða okkara kundum og fyri at veita kundum okkara tænastur og vørur av ymsum slag, undir hesum avsláttir og persónlig tilboð.
Hví innheinta vit tínar persónupplýsingar?
Effo innheintar og viðgerð persónupplýsingar um okkara kundar, starvsfólk, veitarar og samstarvsfelagar sum ein part av vinnuliga rakstrinum av Effo og til at náa okkara strategisku málum um at veita kundum okkara bestu tænastu.
Vit innheinta og viðgera persónupplýsingar viðvíkjandi fylgjandi skrásettu:
Fyri at kunna veita tænastur, umsita okkara kundasambond og liva upp til okkara lyftir til verandi ella møguligar komandi kundar, hevur Effo tørv á upplýsingum um hvør tú ert, hvat tín støða er sum brúkari av okkara vørum og tænastum umframt kontaktupplýsingum og tínum leikluti sum kontaktpersónur. Høvuðsørsøkirnar til at vit viðgera hesar upplýsingar eru:
Fyri at náa út til ein størri marknað hava vit eitt heimilað áhugamál í at viðgera persónupplýsingar hjá møguligum komandi kundum við í sambandi við møgulig marknaðarátøk. Fyri at geva møguligum komandi kundum viðkomandi innihald viðgera vit persónupplýsingar um møguligar komandi kundar, sum eru innsavnaðir undir t.d. sølusamráðingum ella tá ein kundi hevur víst okkum áhugað í at móttaka tilboð frá okkum.
Rættargrundarlagið fyri viðgerðunum omanfyri er samtykki, sáttmáli og okkara heimilaðu áhugamál. Vit kunnu tó vissa fyri, at við eini og hvørjari elktroniskari og beinleiðis marknaðarføringsfráboðan, sum tú fært frá okkum, vil tað vera møguligt at velja hesar marknaðarføringsfráboðanirnar frá framyvir. Um hetta av eini ella aðrari orsøk ikki vísur seg at vera satt í ávísum førum, so ber altíð til at venda sær til kundatænastuna hjá Effo.
Um tú ert starvsfólk í P/f Effo, P/f Effo Bunkers, Vindrøkt ella Carl Jensens Marinelager, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at liva upp til okkara avtalu við teg og fyri at liva upp til viðkomandi lógarásetingar fyri at røkja tína starvssetan. Vit gera hetta við støði í sáttmála, rættarligum skyldum og m.a. fyri at tryggja passandi goymslutíðir fyri viðgerðina av tílíkum upplýsingum. Viðgerðin fer fram sum liður í starvsfólkaumsitingini.
Brúkaraatferð á KT-kervinum hjá Effo verður goymd og viðgjørd, sum liður í arbeiðinum við KT-trygd.
Søkir tú starv hjá Effo, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at meta um hvussu viðkomandi tínir førleikar eru fyri tað starvi tú søkir. Hetta verður gjørt við støði í samtykki frá tær.
Hevur tú sum starvsfólk fyrispurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum ber til at venda sær til Rebekku Danielsen, sum hevur starvsfólkaábyrgdina í Effo.
Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar, tá hesir umboða okkara veitarar og samstarvsfelagar og viðgerðin tekur støði í okkara heimilaða áhugamáli í at fáa nýggjar samstarvsfelagar, vinna nýggjar marknaðir og at liva upp til sáttmálakrøv.
Fyri at yvirhalda ávís tilmæli um m.a. heilsu, trygd, umhvørvi osv., fyri at røkka okkara heimilaðu áhugamálum, fyri at verja okkara vinnuligu loynidómar, starvsfólk, kundar og onnur kunnu vit viðgera tínar persónupplýsingar við at seta í verk vakmyndatól-yvirvaking við okkara støðir kring landi, bæði innan og uttan, við okkara oljugoymlsur og við terminalin í Fuglafirði. Hetta er týðuligt markera við uppsløgum á teimum støðum har vit hava íverksett vakmyndatól-yvirvaking. Upptøkurnar vera goymdar í mesta lagi 14 dagar um ikki annað verður kravt sambært lóggávu.
Lógarheimild
Viðgerðin av persónupplýsingum er ikki loyvd uttan neyðuga rættargrundarlagið. Tí brúka vit í Effo eitt av fylgjandi rættargrundarløgum, lýst í Dátuverndarlógini galdandi fra 1. januar 2021, til viðgerðina av tínum persónupplýsingum:
Vit viðgera bert upplýsingar um P-talið, um tú hevur givið títt nágreiniliga samtykki ella um tað er eitt lógarkrav.
Viðkvæmir persónupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar, blíva viðgjørdir við støði í fylgjandi rættargrundarlagi:
Hvussu innheinta vit tínar persónupplýsingar?
Vanliga innheinta vit tínar persónupplýsingar beinleiðis frá tær í sambandi við keyp av vørum, tænastum ella tá tú hevur ynskt at gera eina avtalu við okkum.
Vit brúka cookies og aðrar sporingsloysnir á Effo web-støðum til at veita generiskar onlinetænastur. Vit innsavna upplýsingar, sum brúkarin aktivt sendur til okkum umvegis heimasíðu, appir og tænstur sum t.d. navn, teldupostbústað og telefonnummar. Vit innheinta eisini upplýsingar um hvussu okkara brúkarir samvirka við okkara web-støð og appir. Harumframt innsavnar vit upplýsingar frá tínari teldu ella eind sum t.d. IP-bústað og hvønn browsara tú brúkar. Hesir upplýsingar verða innsavnaðir við m.a. Google Analytics Solutions. Við tínum samtykki loyva appir okkara eisini tær at brúka staðsetingartænastur til m.a. at tænastur har tú kann finna tína nærmastu Effo-støð.
Í øðrum førum kunnu vit innheinta upplýsingar um teg frá øðrum keldum. Hesar keldur kunnu variera, men tað kunnu t.d. vera samstarvsfelagar, almennar keldur ella almennir upplýsingar frá ein sosialum netverki hjá triðjaparti. Vit kunnu sameina upplýsingar um teg frá einari keldu við upplýsingum frá aðrari keldu fyri at tryggja rættleikan í upplýsingunum, so vit kunnu bjóða tær meira viðkomandi vørur og tænastur.
Vit kunnu t.d. eisini upptaka myndir av tær við okkara vakmyndayvirvaking.
Hvønn víðarilata vit tínar persónupplýsingar til?
Innanhýsis í samtakinum:
Tínir persónupplýsingar kunnu latast víðari til feløg innanhýsis í Effo-samtakinum, tað er P/f Effo og P/f Effo Bunkers, um viðgerðin er í samsvari við tað endamál sum upplýsingarnir blivu innheintaðir til.
Uttanhýsis samstarvsfelagar:
Effo kann brúka triðjaparts tænastuveitarar til okkara vegna at umsita ávísar aktivitetir sum t.d. keyp, viðgera gjøld við gjaldskortum, senda teldupostar og vanligan post, KT-menning, KT-rakstur og KT-trygd, veita lýsingar, máta effektina av okkara marknaðarátøkum og greina nýtsluna av okkara web-støðumella enntá at loyva brúkarum at stovna samband við teirra sosiala netverk. Fyri at kunna útføra tílíkar tænastur víðarilata vit tínar persónupplýsingar við teir respektivu samstarvsfelagarnar, men bert í tann mun teir veita tænastuna okkara vegna og syrgja fyri, at teir halda dátuverndarlóggávuna.
Effo víðariletur møguliga tínar persónupplýsingar við uttanhýsis partar í hesum førum:
Automatisk dátuviðger og profileringsamboð
Ávís web-støð og appir hjá Effo brúka automatisk dátuinnsavningaramboð og staðsetingaramboð til at innheinta upplýsingar um tína ferðing og samvirkan við okkara heimasíður.
Cookies
Við at brúka heimasíður og appir hjá Effo góðtekur tú nýtsluna av cookies.
Vit brúka cookies á okkara heimasíðum til at eyðmerkja brúkarar sum serstakar, men dulnevndar einstaklingar. Hetta hjálpur okkum við at skráseta talið av vitjandi og gevur okkum hagtøl og upplýsingar um, hvussu nógvar brúkarar vit hava á okkara heimasíðum og hvat hesir gera á síðunum. Vit brúka hagtølini til gera okkara síður so brúkaravinarligar sum gjørligt.
Til okkara appir brúka vit “Identifier for Advertising (IDFA) til iOS og Google Advertising ID (AAID) til Android. Allar upplýsingar verða innsavnaðar dulnevnt.
Google Analytics, PostHog og reCaptcha
Effo-merktar heimasíður og applikatiónir brúka Google Analytics og PostHog til at innheinta upplýsingar um, hvussu okkara brúkarar vitja og brúka heimasíður og appir okkara. Hesar upplýsingar verða í høvuðsheitum savnaðar umvegis tænastur, sum verða veittar av Google Analytics, og tískil eru teirra treytir eru galdandi eisini í hesum førum.
Fyri at verja móti ótilætaðari nýtslu brúka vit Google Invisible reCAPTCHA, sum savnar hardware- og softwareupplýsingar, sum t.d. eindar- og applikatiónsdátur og úrslitini av integritetskontrollum umframt serstakar online-identifikatiónir, sum t.d. IP-bústaðir, og senda so hesar til Google at greina.
Við at brúka hesa tænastu góðtekur tú, at tínir persónupplýsingar vera latnir Google Analytics fyri integritetskontroll og til at gjøgnumføra tiltøk, sum eru neyðug fyri trygdina á heimasíðuni.
Cookies frá triðjaparts sosialum netverkum
Effo er aktivt á teimum sosialu miðlunum. Í løtuni hevur Effo eina virkissíðu á Facebook, Instagram og LinkedIn.
Tá tú samvirkar við Effo á hesum síðum, gert tú upplýsingar atkomuligar fyri Effo og sosiala miðilin, t.d. tá tú reagerar uppá uppsløg hjá fyritøkuni, viðmerkjur og víðarideilur tey, eins og fyritøkan viðgerð upplýsingar um at tú “dámar” virkissíðuna ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum. Harumframt blíva vanligir upplýsingar um teg viðgjørdir, sum t.d. samleikaupplýsingar, kontaktupplýsingar osv. Endamálið við viðgerðini er at marknaðarføra Effo.
Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8, stk. 1, litra f í dátuverndarlógini og tí heimilaða áhugamálinum hjá Effo at marknaðaføra seg sum fyritøku á teimum sosialu miðlunum, undir hesum eisini at gera kundar og møguligar komandi kundar kunnigar við viðkomandi tilfar og tíðindi.
Tú kann m.a. lesa meira um felags dátuábyrgd, undir hesum eisini ábyrgdarbýtið, viðgerðina osv., við LinkedIn her, við Facebook her. Víst verður annars til dátuverndarpolitikkirnar hjá hesum sosialu miðlum.
Upplýsingar á sosialu miðlunum blíva í høvuðsheitum strikaðir tá fyritøkan strikar eitt uppslag, ella tá tú strikar tína viðmerking, víðarideiling, reaktión ella tekur aftur, at tú “dámar” ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum.
Hvørji sløg av persónupplýsingum innheinta og viðgera vit í Effo?
Effo viðger fylgjandi persónupplýsingar um teg:
Fyri starvsfólk viðgera vit harumframt fylgjandi upplýsingar:
Sum dátuábyrgdari viðger Effo ikki viðkvæmar upplýsingar fyri at veita vørur og tænastur til tín, men í ávísum førum er viðger av tílíkum upplýsingum eitt krav fyri at halda ávísar skyldur, sum Effo er undirlagt.
Viðkvæmir persónupplýsingar verða í fyrstu syftu innheintaðir í fylgjandi førum:
Hvussu verja vit tínar persónupplýsingar?
Persónupplýsingar í Effo verða viðgjørdir á tryggan hátt.
Vit gera okkara besta fyri at tryggja, at allar kt-skipanir, sum eru gjørdar fyri, integreraðar í, keyptar til ella brúktar í Effo, yvirhalda prinsippið um ‘Privacy by Design’ fyri at tann hátt tryggja mest møguligu trygd í sambandi við viðger av persónupplýsingum.
Vit brúka kryptering og pseudonymisering har tað er viðkomandi.
Vit avmarka atgongdina til persónupplýsingar til teir persónar, sum hava ein veruliga tørv á teimum.
Vit hava leiðreglur, politikkir og útbúgving at ráða yvir til starvsfólk sum viðgera persónupplýsingar í Effo.
Tá vit skulu brúka dátuviðgerar til at viðgera persónupplýsingar, gera vit eina meting av teimum samstarvsfeløgum vit lata persónupplýsingar til, fyri at tryggja at hesir halda galdandi lóggávu um dátuvernd. Harumframt gera vit ítøkiligar dátuviðgeraravtalur.
Vit viðgera ikki tínar persónupplýsingar longri enn neyðugt og til tað endamálið, sum upplýsingarnir eru heintaðir inn til. Sum standard goyma vit upplýsingar í 6 mánaðir, men goymslutíðarskeiðið kann blíva longri, um tað t.d. er eitt lógarkrav um tað.
Starvsfólkaupplýsingar goyma vit í 5 ár aftaná inniverandi roknskapartíðarskeið tá starvssetanin endaði.
Effo yvirheldur prinsippið um dataminimering og syrgir fyri, at vit einans savna eina minstu mongd av upplýsingum sum eru neyðugir, tá vit veita vørur og tænastur til tín.
Nær brúka vit dátuviðgerar?
Effo brúkar dátuviðgerar til ymisk endamál, t.d. til dátugoymslu, veitan av vakmyndatól-loysnum osv. Eitt yvirlit yvir dátuviðgerar hjá Effo kann fáast við at venda sær til høvuðssæti hjá Effo.
Hvørji eru tíni rættindi og hvussu gert tú brúk av teimum?
Tú hevur rætt til at biðja um atgongd til teir persónupplýsingar vit hava um teg. Vit eru tó noydd til at vita hvør tú ert, áðrenn vit kunnu leysgeva hesar upplýsingar.
Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum, at afturkalla samtykki, at biðja um at tínir persónupplýsingar verða strikaðir ella rættaðir umframt rætt til dátuflutning.
Um tú ynskir at gera brúk av tínum rættindum, verður tú biðjin um at seta teg í samband við kundatænastu okkara. Sí nærri á www.effo.fo
Tú hevur harumfram rætt til at klaga til Dátueftirlitið. Sí nærri á www.dat.fo
Push-boð
Okkara app kann senda push-boð til tín fyri at geva tær fráboðanir, áminningar ella tilboð. Tú verður spurd(ur) um samtykki at móttaka push-boð, tá appin verður sett upp, ella tá hetta verður tikið í nýtslu.
Vit innsavna bert eindareyðkenni fyri at kunna senda push-boð. Hesi data verða goymd á tryggan hátt og verða ikki deild við triðjapartar.
Um tú ikki ynskir at móttaka push-boð longur, kanst tú sløkkja tey í setingunum fyri títt tól.
Set teg í samband við okkum
Tú kann seta teg í samband við okkum við telduposti á datavernd@effo.fo ella við vanligum brævi til P/f Effo, Att: Dátuvernd, Óðinshædd 5, Postboks 3098, FO-100 Tórshavn.
Tú kann eisini seta teg í samband við okkara kundatænastu. Sí nærri á www.effo.fo
Broytingar í hesum politikki
Vit dagføra javnan hendan politikk. Nýggjasti og galdandi politikkur verður altíð tøkur fyri vitjandi á heimasíðu okkara.
Hesin privatlívspolitikkur er galdandi frá 1. januar 2021.