Effo ynskir at stuðla og samstarva við einstaklingar, feløg og bólkar sum gagna samfelagnum
Samstarv
Fyritøkur sum hava áhuga í Effo og meta at eitt samstarv kundi verið áhugavert á ein ella annan hátt eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum. Skúlanæmingar og onnur eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum um tey ynskja upplýsingar til t.d. uppgávur ella í starvslæru o.a. Viðkomandi kunnu ringja á telefon 343500 ella skriva til effo@effo.fo.
Stuðul
Effo er eitt føroyskt orkufelag og virkar í føroyska samfelagnum. Tískil vilja vit fegin stuðla og samstarva vid einstaklingar, feløg og bólkar sum á ein ella annan hátt kunnu gagna samfelagnum.
Í samband við stuðul, skrivi umsóknina niðanfyri. Tess fleiri upplýsingar eru við, tess betri grundarlag hava vit at taka støðu út frá.