Effo selur fleiri sløg av tangum og oljufýrum.
Effo selur tangar og oljufýr til nógv endamál, og vit hava altíð teir mest seldu tangarnar og oljufýrini á goymslu. Ert tú í iva um tangin hjá tær er nóg góður? Er hann ov gamal og átti at verið skiftur út?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara søludeild til eitt óbindandi prát um hvørjar møguleikar tú hevur í samband við útskiftingina. Ring á 343500 ella skriva til sales@effo.fo
Vit hava ymisk sløg av tangum. Tangaslagið veldst um umstøðurnar og tørvin í/og rundan um júst tíni hús og hvar tangin eftir ætlan skal vera.
Jørðtangar 1.500 litrar / 1.200 litrar
Hesir tangar eru egnaðir til at grava niður – heilt ella partvíst. Teir eru úr stáli og klæddir við glasfibur.
– Jørðtangi 1.500 ltr. (rundur/avlangur). Longd: 225 cm. Diametur: 95 cm.
– Jørðtangi 1.200 ltr. (rundur/avlangur). Longd: 170 cm. Diametur: 95 cm.
Innitangar 1.200 litrar
Hesir tangar eru egnaðir til at hava í td kjallara. Teir eru úr stáli og klæddir við glasfibur.
– Longd: 152 cm. Hædd: 157 cm. Breidd: 67 cm.
Ert tú í iva um tangin hjá tær skal skiftast?
Í 2018 setti Heilsu- og innlendismálaráðið eisini nýggja kunngerð í gildið, sum hækkar krøvini til bæði tangaeigarar og oljuveitarar og sum ásetur nær tangin eigur at verða skiftur. Meir kunning fæst á Kunngerðaportalin ,kunngerð nr. 124 frá 10. september 2018: “Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum”. Vit hava lagt eina snarleið longur niðri á hesi síðuni , nevnd “Kunngerð”.
Brunaeftirlitið hevur ymisk trygdarkrøv og vegleiðing um hvussu tangin skal setast upp.
Tórshavnar Kommuna hevur somuleiðis gjørt ein faldara, har tú kanst fáa góð ráð og vegleiðing í samband við bæði eldri og nýggjar tangar. Les meir við at trýsta á leinkjuni niðanfyri sum eitur “Tórshavnar Kommuna – góð ráð“.