Vørur og tænastur til øll vinnuøki – alt frá bilverkstøðum og flakarvirkum til hárfríðkanarstovur og mathandlar
Hjá Effo leggja vit stóra orku í at tænastan er í hásæti. Vit hava vørur og tænastur til øll vinnuøki – alt frá bilverkstøðum og flakarvirkum til hárfríðkanarstovur og mathandlar.
Til vinnukundar bjóða vit Effo-viðskiftakort, sum kunnu nýtast í øllum okkara Effo støðum í Føroyum. Um ynskist, kann kortið eisini nýtast í bátaanleggunum vit hava kring landið.
Vit hava eisini eitt stórt úrval av smyrjioljum til vinnukundar. Trýst á leinkjuna niðanfyri, fyri at síggja okkara úrval.
Hevur tú sum vinnukundi spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara søludeild.