Search by

Hátíðarhald á Gellingarkletti

Vindmyllulundin á Gellingarkletti er klár at framleiða streym til øll húsarhald í Føroyum.

Hetta vilja eigararnir Effo og Røkt hátíðarhalda. Í sambandi við verkætlanina hevur tað verið samstarvað millum sera nógvar ymiskar aktørar í Føroyum og uttanlands. Arbeiðið hevur gingið sera væl og vindmyllurnar framleiða nú streym inn á netið og út til allar føroyingar.

Vindmyllurnar á Gellingarkletti eru størstu vindmyllurnar í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum. Vindmyllulundin kann framleiða líka nógva orku sum øll vatnorka í Føroyum. Vindmyllulundin flytur Føroyar enn longur fram á grønu kósini, og framleiðir hon 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum.

Effo og Røkt bjóða til almenna móttøku fríggjadagin 2. desember kl. 14 í tøknibygninginum uppi á Gellingarkletti. Kom og síggj risastóru og orkumiklu vindmyllurnar tætt við.

Fakta

Hvat: Føroya størsta vindmyllulund

Eigari: Effo og Røkt

Veitari: Vestas

Slag: V-117

Máttur: 4.2 MW hvør

Tal av myllum: 6

Stødd: Hvør vindmylla er 92 m. høg og vigar 450.000 kg. Hvør vongur er 57,5 m og veingjaspennið 117 m.

Samlaður framleiðslumáttur: 25,2 MW

Árlig elframleiðsla: 100 GWh

Grønur streymur: Vindmyllulundin kann veita øllum húsarhaldum í Føroyum grønan streym og økir tað føroysku grønu elframleiðsluna 25% stig. 

CO2 lækking: 20.000 tons av tungolju svarandi til eina minking á 62.000 tons CO2 um árið

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.