Search by

Blýfrítt bensin til ellisakfør

Fyri nøkrum vikum síðani fekk Effo nýtt bensin, oktan 95 E10. Endamálið við skiftinum er, at vit kunnu veita kundum okkara eitt grønari brennievni. Oktan 95 E10 bensinið hevur eitt lægri CO2 útlát enn oktan 95. Gongdin í londunum rundanum okkum seinastu árini hevur verið at flyta seg yvir í brennievni, sum hava eitt lægri CO2 útlát. Gongdin hevur verið í fleiri ár, og nú var tíðin komin til okkara eisini.

Nøkur akfør í Føroyum, t.d. ellisakførini, kunnu fáa trupulleikar av oktan 95 E10. Sum orkufelag, royna vit til eina og hvørja tíð at veita okkara kundum orku. Tí hava vit arbeitt við einari loysn, sum vit meina nøktar tørvin hjá teimum allarflestu av okkara kundum. Vit fara at selja blýfrítt bensin á einari pumpu á Effo støðini á Argjum, sum hóskar til m.a. ellisakfør, og er loysnin væntandi klár um tvær til fimm vikur.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.