Nú er tað blivið lættari og skjótari at fylla á bilin. Set bilin við eina pumpu, trýst á nummarið við appini, fyll á og koyr víðari.
Tá áfyllingin er liðug fært tú eina kvittan á telefonina. Soleiðis hevur tú allar kvittanirnar savnaðar á appini.
Á appini sært tú hvussu støðirnar hava opið og hvørjar tænastur eru.
Appin kann takast niður á App Store ella Google Play
Nei, tað nýtist ikki. Tá tú gert tær brúkara, kanst tú stovna tær eitt kort og gjaldsavtalu – beinleiðis frá appini. Um tú hevur eitt frammanundan, so kanst tú leggja tað inn.
Tá tú kemur til eina Effo støð, veit Effo appin hvørjari støð tú ert á. Steðga við eina pumpu, trýst á nummarið og fyll á. Tá áfyllingin er liðug, verður upphæddin trekt av Effo kortinum.
Hevur tú stovnað tær eitt nýtt Effo kort í appini, verður gjaldið trekt av bankakontuni, sum er knýtt at tínari gjaldsavtalu.
Hevur tú lagt eitt verandi Effo kort inn, eru gjaldstreytirnar tær somu, sum á fysiska kortinum.
Nei, appin er bara til áfylling – sum nú er.
Appin tekur, sum nú er, bara Effo kort. Tað er bæði skjótt og ómaksleyst at stovna tær eitt á appini.
Tá tú hevur fylt brennievnið á bilin, fært tú eina kvittan á telefonina, sum vísir, at keypið er avgreitt. Kemur kvittanin av onkrari orsøk ikki fram, kanst tú trýsta á tín vanga, velja míni keyp og síggja kvittanina har.
Ja, saktans. Tú kanst hava sama Effo kort knýtt at fleiri brúkarum í senn.
Hetta ger tað møguligt og lætt hjá td fleiri í einum húski at fylla á við sama Effo korti.
Ja, saktans. Tú kanst hava sama kort knýtt at fleiri brúkarum í senn, við at leggja sama kort inn. Ring á telefonnummar 343500 fyri at fáa kortnummarið, tá ið brúkarin er stovnaður.
Um fyritøkan vil hava eitt ávíst eyðkennisnavn til kortið, sum eisini skulu síggjast á fakturanum, kunnu hesi bíleggjast á heimasíðuni har tú viðmerkir “Viðskiftakort til app”, ella við at ringja til kundatænastuna. Tit fáa síðani kortnummur sendandi frá okkum, sum starvsfólki skal leggja inn á sína Effo app.
Um tú skalt hava fleiri gjaldsavtalur, td eina til fyritøkuna og eina privat, mást tú skriva til okkum á appin@effo.fo.
Ja, far inn á vangan og vel mínar upplýsingar. Niðast sært tú kontonummarið, sum er nýtt at gjaldsavtaluni. Trýst á ‘Rætta gjaldsavtalu’ og fyll teigarnar út.
Hevur tú gloymt títt loyniorð, trýst á rita inn og vel gloymt loyniorð. Tú fært nú ein teldupost sendandi, við eini leinkju til at broyta loyniorðið.
Kemur telduposturin ikki fram beinavegin, er hann møguliga endaður í spam.
Ja, trýst á vangan og vel mínir upplýsingar. Undir loyniorð, kanst tú skriva núverandi loyniorðið og tað nýggja.
Ja, fyri at fylla á bilin við appini, má telefonin hava internetsamband.
Far inn á vangan og trýst á míni kort, vel tað Effo kortið sum skal strikast og trýst á strika kort.
Fyll teigarnar út niðaliga her á síðuni, so sperra vit kortið sum skjótast.
Skalt tú tendra fyri GPS funkuni er neyðugt at fara inn á innstillingar á telefonini og loyva Effo appini at brúka lokatiónina.
Tað er ikki nakað aldursmark fyri at hava sjálva appina, men fyri at kunna brúka hana, er neyðugt at stovna eitt Effo kort, sum er knýtt til eina peningakontu. Ert tú undir 15 ár mást tú hava skrivligt loyvi frá foreldrum fyri at sleppa at stovna Effo kortið.
Ja, far á vangan og vel støðirnar. Har sært tú hvussu allar Effo støðirnar hava opið.
Áðrenn tú fyllir brennievni á bilin við appini fyrstuferð, viðmæla vit at tú frammanundan hevur gjørt tær ein brúkara og lagt eitt Effo kort inn. Tá tað er gjørt, er tað lætt og ómaksleyst at brúka appina.
Nei, Effo appin er ókeypis.
Tú kanst senda okkum eina umbøn um at strika tín brúka á appin@effo.fo.