Um tú byggir tær nýggj hús ella ætlar at skifta oljufýrið út, so hevur Effo loysnina. Vit bora, seta hitapumpuna upp og tryggja tær, at hon koyrir, sum hon skal. Men hvat skal mann velja – jarðhita ella luft til vatn-hitapumpu? Og hvat kostar tað? Stúr ei, vit ráðgeva tær, so tú fært júst ta orkuloysnina, sum hóskar til tín tørv og tíni hús.
Vel eina varandi og náttúruvinarliga orkuloysn frá Effo
Fingu vit sagt at vit hava eina framúr Hitatænastu við útbúnum og góðkendum orkutøkningum? Okkara orkutøkningar eru tøkir hvønn einasta dag líka til klokkan tíggju á kvøldi, skuldi ólag komið á.
Um tú brúkar olju at hita húsini við í dag, kanst tú í flestu førum spara 50% av tíni hitarokning, um tú fært tær hitapumpu heldur.
Hitapumpur fáa orkuna annaðhvørt úr jørðini ella luftini – tí er tað ein umhvørvisvinarlig og orkusparandi hitaloysn.
Ein íløga í eina hitapumpu er ein framtíðartryggja orkuloysn við langari livitíð.
Ein góð hitapumpa, sum er sett rætt upp og er hóskandi til tín bústað, hevur sum oftast eina livitíð upp á 15-20 ár. Er talan um jarðhita, so hava jarðhitaslangurnar eina livitíð upp á uml 50 ár.
Við Hitatænastu frá Effo tryggjar tú tær heit hús árið runt.
Við okkara Hitatænastu fært tú regluligt eftirlit og tænastuveiting, um ólag er á hitaskipaninini. Við Hitatænastuni frá Effo, sum er mannað av útbúnum og góðkendum orkutøkningum, fært fulla nyttu burturúr orkuskipanini.
Tænastuveitingin er uttan meirkostnað og svarar allar yrkadagar frá klokkan 8–22 og í vikuskiftinum og halgidagar frá 10–22.
Við regluligum eftirliti tryggjar tú tær eina orkuskipan, sum koyrir sum hon skal – og sjálvandi er lógarkravda eftirlitið fevnt av okkara regluliga eftirliti.
Tá hitapumpan er sett upp, verður hon íbundin Effo Netið, ið er eitt sjálvstøðugt internet hjá Effo. Hetta ger, at Hitatænastan fær veitt eina trygga og skjóta tænastu. Vit fáa beinleiðis boð um hitapumpan ikki koyrir, sum hon skal, og fáa vit í flestum førum loyst trupulleikan skjótt umvegis netið.
Við snildu stýringini, kanst tú fylgja við rakstrinum, síggja og stilla hitan frá telduni, paddinum ella snildfonini. Tað er sera hent, serliga um tú ert burturstaddur/-stødd, og vilt tryggja tær, at húsini eru fjálg tá tú kemur aftur. Soleiðis tryggjar tú tær optimala komfort – bæði hjá tær og tínum húsum.
Hitapumpurnar frá Effo hava innbygda el-patrón. Um ólag er á hitapumpuni, kunnu vit tendra el-patrónina, so húsini ikki verða køld, meðan brekið verður rættað og hitapumpan virkar aftur.
Skalt tú skifta oljufýrið út ella byggja nýtt? Fyll teigarnar út niðanfyri, so senda vit tær eitt óbindandi tilboð
Vit selja trý sløg av Thermia hitapumpum. Tvey sløg til jarðhitapumpu og eitt slag av luft til vatn.
Les meira um Thermia hitapumpurnar í faldarunum niðanfyri.
Tað eru fýra grønar hitapumpuorkuloysnir at velja ímillum, og av teimum bjóðar Effo tríggjar. Hesar eru:
Ein fyrimunur við jarðhita er, at hetta er tann loysnin, sum gevur størstu peningaligu sparingina, hvat viðvíkir orkunýtslu. Íløgan er størri, men tað er sparingin eisini.
Sjálvt jarðhitaholið varðveitir sítt virkni sera leingi, og tí nýtist bert at skifta tøknislutir, tá ið livitíðin á hitapumpuni er farin.
Ein hitapumpa hevur hægri virkingarstig (hægri SCOP) enn ein oljuketil, og tí er hetta bæði ein peningalig orkusparing og ein orkuloysn, ið fer betur við okkara umhvørvi.
Ein annar fyrimunur er, at jarðhitaskipanin stendur inni og tí er vard fyri veðri og vindi. Tí slítist hon ikki eins skjótt og luft-til-vatn skipanir.
Vansin er hinvegin, at jarðhiti er størsta íløgan og harvið hevur longstu afturgjaldstíðina.
Av tí at jarðhiti er best umtókta grøna orkuskipanin í løtuni, er eisini longst bíðitíð til jarðhitaskipanir.
Fyrimunurin við luft til vatn-hitapumpu er, at hetta er bíligari enn jarðhiti, og harvið er afturgjaldstíðin styttri.
Ein hitapumpa hevur hægri virkingarstig (hægri SCOP) enn ein oljuketil, og tí er hetta bæði ein peningalig orkusparing og ein orkuloysn, ið fer betur við okkara umhvørvi.
Vansin er, at ein partur av skipanini stendur úti, og tí er fyri veðri og vindi. Tí kann slit av útipartinum í summum førum gera um seg.
Luft-til-vatn hitapumpa hevur styttri livitíð enn bæði oljuketil og jarðhitapumpa.
Tað er ógvuliga trupult at siga júst, hvussu langa livitíð ein hitapumpa hevur, men royndir úr okkara grannalondum siga, at miðallivitíðin á einari jarðhitapumpu er 20-25 ár. Tá er jarðhitaholið framvegis ótroytt.
Livitíðin á einari luft-til-vatn hitapumpu í okkara grannalondum er 15-20 ár. Veðrið í Føroyum setur stór krøv til hetta slagið av hitapumpum, men fleiri luft-til-vatn hitapumpur, sum eru yvir 15 ár, eru framvegis í rakstri í Føroyum.
Tú kanst vænta eina munandi sparing. Niðanfyri er eitt dømi, sum kann geva ein ábending um, hvussu nógv kann sparast.
Dømi
Sethús á:
Oljan: Í hesum døminum er orkutørvurin 31.500 kWh og miðaloljuprísurin 9,50 krónur/liturin.
Samlaði kostnaður fyri upphiting við olju er tí 33.250 krónur um árið.
Við at skifta til jarðhita, har orkutørvurin er 31.500 kWh, skulu 8.350 kWh av eli brúkast til upphiting. Við einum miðalelprísi á 1,675 kr/kwh verður árligi kostnaðurin til upphiting 13.987 krónur.
Við at skifta til luft-til-vatn hitapumpu skulu 10.680 kWh av eli brúkast til upphiting. Við einum miðalelprísi á 1,675 kr/kwh verður árligi kostnaðurin til upphiting 17.889,- krónur.
Flestu hitapumpur hava millum 240-260 litrar av 40° heitum brúksvatni tøkar. Hetta er sum oftast nokk til eitt húski. Tó ber til at økja um nøgdina av heitum brúksvatni við at keypa ein eyka heitvatnstanga.
Ja, tú kanst væl hava bara radiatorar.
Vilt tú vita, um tínir radiatorar eru nóg virknir til eina hitapumpu, kanst tú kanna, um radiatorarnir eru lunkaðir ella kaldir. Eru teir tað, megnar radiatorurin at hita rúmið, og tá er ikki neyðugt at skifta radiatorarnar. Men um ein radiatorur altíð er heitur, so megnar hann ikki at hita rúmið. Tá verður ofta neyðugt at fáa ein størri radiator, tá skift verður frá oljuketli til eina hitapumpu.
Ein kann eisini sjálvur kanna eftir, hvussu umstøðurnar eru til hitapumpu, við at skrúva niður fyri sjuntinum á ketlinum, so framrenslhitin fer niður. Ein ketil hevur høgan framrenslhita á 70°C, meðan ein hitapumpa hevur lágan framrenslhita á 50°C.
Ja. Er gólvhiti um alt húsið og eingir radiatorar, eru hitapumpur sum heild munadyggari. Hetta kemst av, at ein hitapumpa ikki nýtist eins nógva orku til upphiting av gólvhitum. Tó eru hitapumpur sum heild nógvar ferðir munadyggari enn oljuketlar, og tí er sparingin við at skifta frá olju til hitapumpu, har ein hevur radiatorar, eisini ógvuliga stór.
Effo kannar bestu staðsetingina av jarðhitaholinum á tykkara matrikkli. Besta staðsetingin er ikki neyðturviliga beint uttan fyri innipartin av skipanini, t.e. har hitapumpan stendur inni í húsinum. Skipanin missir ikki virkni av, at rørini frá jarðhitaholinum til hitapumpuna eru long. Okkara boritoymi tekur støðu til, hvar holið skal borast.
Nei. Effo søkir um boriloyvi fyri teg.