Við Effo Hitatænastuni kanst tú kenna teg trygga/n hvønn dag í árinum. Við í Hitatænastuni er eftirlit og tilkalling. Eftirlitið tryggjar tær fulla nyttu úr hitaloysnini og leingir um livitíðina á bæði hitapumpuni og oljufýringini. Um hitaskipanin svíkur, eru okkara hitatænastufólk kvik á staðnum at hjálpa.
Effo Hitatænastan er væl mannað við góðkendum orkutøkningum
Okkara hitatænastufólk koma regluliga á gátt at reinsa tína hitaskipanin – títt oljufýri ella tína hitapumpu. Vit gera eftirlitsmátingar og stilla skipanina. Um lutir, treingja til at verða skiftir, gera vit eisini tað.
Ring eftir okkum, um ólag er á hitaskipanini, so koma hitatænastufólk okkara og fáa gongd á aftur. Hitatænastan svarar allar dagar í arinum frá klokkan 8-22 gerandisdagar og 10-22 í vikuskiftinum og halgidagur.
Lógarkravt eftirlit verður gjørt regluliga. Tað eru góðkendir orkutøkningar, sum gera eftirliftið.
Eftirlitið fevnir um
Effonetið
Fyri at tryggja støðugt og trygt samband við hitapumpuna, verður ein 4G-beinari settur á hana. Hetta ger tað møguligt at knýta hitapumpuna og stýringseindina beinleiðis í eitt avbyrgt net – Effonetið.
Við Effonetinum fær Hitatænastan fráboðan, um ólag er á hitapumpuskipanini, og kann skjótt avgreiða ólagið. Í summum førum kann Effo avgreiða ólagið uttan at skula út á staðið.
Eftirlit verður gjørt regluliga. Tað eru góðkendir orkutøkningar, sum gera eftirliftið.
Eftirlitið fevnir um
Økonomiroynd
Onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka samlaðu hitaskipanina
Tað eru fleiri viðurskifti umframt ketil og oljufýr, sum skulu virka, fyri at tann samlaða hitaskipanin skal virka. Tað, sum er uttan fyri ketilin og oljufýrið, fevnir Effo Hitatænastan ikki um:
Hitatænasta til oljufýr kostar 1.210 kr. um árið.
Hitatænasta til hitapumpu kostar 1.980 kr. um árið.
Effo Hitatænastan veitir árligt eftirlit og kann tilkallast, har ið landfast er á meginøkinum og í Suðuroynni. Hitatænastan er býtt sundur í hesi øki:
1. Suðurstreymoy, Vágoy og Sandoy
2. Norðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar
3. Suðuroy
4. Útoyggjar*
*Enn er eingin tilkalling til útoyggjarnar. Tó ber til at fáa árligt eftirlit, har ið vit koma at kanna, reinsa og stilla orkuskipanina.
Er oljufýrið ella hitapumpan slitin og áttið at verið skift út? Ring til okkum á 343500, ella til hitatænastufólkið í tínum øki, so koma vit at hyggja upp á tað.