Um tú náddi at keypa tær Krúss, fert tú at fáa ein teldupost, tá ið tað kann heintast 28. januar.
Gula Krússið kann brúkast til 28. januar 2026.
Við Effo Krússinum er framúr gott kaffi, bryggjað við nýmalnum og vistfrøðiligum bønum, ein sjálvfylgja. Tú fært nógv meira enn tað. Ein hugnaligari biltúr. Fjálgari prát. Heitari dyst. Vit kundu hildið á fram.
Tá tú fært tær Effo Kaffi, veitst tú at kaffibønirnar eru frá smáum lokalum kaffigørðum. Framleiðslan er burðardygg í skipaðum samstarvi við lokalar kaffibøndur, sum eru góðkendir av vistfrøðiligum felagsskapum so sum IMO og Natureland. Bønirnar eru brendar heima í Føroyum í samstarv við Brell.