Vit avgreiða allar oljuveitingar til skip í Føroyum, uttanlands og á sjógvi
Í góðum samstarvi við veitarar kring knøtting tryggja vit bestu góðsku til kappingarførir prísir. Tí er Effo rætta valið til bunkring, óansæð hvar oljan skal nýtast.
Vit bjóða ymiskar tænastur til bunkring av skipum og bátum
– Bunkring við tangabili
– Bunkring frá goymslum okkara kring landi
– Bunkring á sjónum
Vit lata brennievni í flest øllum havnum og Effo hevur fleiri goymslur kring landi. Vit kunnu koyra við tangabilum til skip, har tað passar kundanum best, ella lata oljuna beinleiðis frá goymslum okkara.
Í Effo hava vit drúgvar royndir innan oljuveiting og kunnu tí tryggja vøru í hægstu góðsku og effektiva tænastu til kundar okkara. Gjøgnum royndir hava vit lært týdningin av at veitingin fer skjótt fram, og at umhvørvið og trygdin fáa hægstu raðfestingina.